+298 470 600

EL-loysnir

Okkara el-deild er sera breið og víðfevnd, og fakligi førleikin er í serflokki. Vit hava dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk, sum kunnu veita og menna loysnir innan el, stýringar, maskinarbeiði, ávaringarskipanir, neyðstreymsskipanir o.a. Afturat hesum eru vit sera væl útgjørd við amboðum og maskinum og hava gott samstarv við nógvar góðar og álítandi undirveitarar. Alt hetta ger okkum føran fyri at loysa flestallar uppgávur – lítlar sum stórar. Niðanfyri sært tú eina útgreining av okkara kjarnuøkjum.

Skips-el / Marine

Umborð á skipum loysa vit flestallar el-uppgávur. Vit veita alla útgerð av elektriskum lutum til øll sløg av skipum, og vit veita harumframt ta tænastu at gera arbeiðið fyri tykkum. 

Eitt nú kann nevnast:
Alt vanligt viðlíkahaldsarbeiði og nýgerð
Isolatiónstest av el-skipan (megger-test)
Reinsan av generatorum
Menning av stýrisskipanum til ávísan tørv

Bygnings-el

Okkara arbeiði á landi fevnir um bygningsinstallatiónir, projekteringar, stýringar, neyðstreymsskipanir og alt vanligt viðlíkahald.

Vanligar innleggingar 
Ídnaðarinnleggingar
Intelligentar ljósinnleggingar
Talvuanlegg 
Neyð- og panikkljós
Telefon- og EDV-net 
CTS-stýringar
Dali-ljósskipanir

Tilvísingar

2010                   Sjónám (Trygdarmiðstøðin)
2012                   Skýlið í Sarpugerði
2012                   Barnagarðurin í Hvannasundi
2012                   Bátahylurin í Leirvík
2013                   Betesda
2014                   Magn í Klaksvík
2015                   Vardar íbúðir í Klaksvík
2016                   Smoltstøðin á Viðareiði
2016-2018         Biskupstorgið í Klaksvík (30 íbúðir + handilshædd)
2018-2019         Smoltstøðin hjá Bakkfrost norðuri á Strond (í gongd)

PLC stýringar

Stýringar til maskinur og køliskipanir
Intelligentar bygningsinstallatiónir
CTS-stýringar
SCADA
Pumpuskipanir