+298 470 600

Fassi lastbila- og sjókranar

Fassi er ein av heimsins førandi kranaframleiðarum. Men rætt skal vera rætt: Ein krani er ein stór maskina og er ikki at spæla við. Kranarnir frá Fassi lúka donsk lógarkrøv, men tað, sum sermerkir teir, eru trý heilt serlig ting: Dygdin, trygdin og, ikki minst, hvussu lættir kranarnir eru at nýta. Fassi framleiðir kranar, ið eru frá 1 og heilt upp í 150 Tm, og TTS hevur einaumboð upp á hesar kranar.

Vilt tú vita meir um einstaku kranarnar, so fært tú lisið meira á heimasíðuni hjá Fassi.